Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sissal Kampmann í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina

Helgi Abrahamsen

Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2017.

Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2017. Sunnudagsland, ið er fimta útgávan hjá Sissal Kampmann, er eitt savn av yrkingum til heimstaðin, Vestmanna.

Tey ið hava gjørt innstillingina eru: Kinna Poulsen, Bergur D. Hansen og Ann Ellefsen. Tey siga soleiðis í teirra grundgeving fyri at velja Sunnudagsland sum uppskot til virðislønina:

Sunnudagsland er eitt búgvið yrkingasavn, ið er komponerað sum ein heild við yrkingum um eitt yrkjaraeg, sum er flutt aftur til heimbygdina at vera eina tíð. Vit hóma samfelagið, men uppliva ikki onnur fólk í bókini enn yrkjaraegið, ið tykist avbyrgt í lufttómum rúmi. Sunnudagsland er ein sorgblíð bók, merkt av longsli og eini djúpari kenslu av fremmandleika og av at vera uttanfyri.

Tíðin, tað slitna umhvørvið og tað vánaliga veðrið verða nágreiniliga skrásett av yrkjaraegnum, sum kannar veðurlíkindini fleiri ferð um dagin. Veðrið og ljósið hava sera stóran týdning í savninum. Orðið sunnudagur merkir sóldagur, men eftir øllum at døma mugu tey bíða eftir sólini í

Sunnudagslandinum, har ódn og myrkur ráða, har klokkan ringir ljóðleyst og har vegurin til bygdina er sólleysur og stjørnuleysur.

Norðurlendska bókmentavirðislønin verður handa tann 1. november í Finlandiahuset í Helsingfors.


Meira um tey innstillaðu kann síggjast her.