Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danmark eigur Føroyar og føroysku Michelinstjørnuna

Danial Viðoy

Tað skrivar metroxpress, donsk morgunavís, í dagsins útgávu.

Tað skrivar metroxpress, donsk morgunavís, í dagsins útgávu.

Í greinini er eitt yvirlit yvir, hvussu tað gekst Norðurlondum í gjár, tá ið Michelinstjørnurnar vórðu lutaðar út.

Har stendur at lesa (leysliga umsett):

Danmark: 24 matstovur [fingu Michelinstjørnur], men telur mann Føroyar við sum ein part av danska ríkisfelagsskapinum, er Danmark uppi á 25 matstovum.

Fingu Føroyar so 25 Michelinstjørnur?

Venda vit hesum á høvdi, kunnu føroyingar væl saktans eisini siga, at Føroyar fingu 25 Michelinstjørnur, ella hvat?

Óansæð sambands- ella loysingarhjarta, so er útleggingin í metroxpress eitt sindur óruddilig, tí Føroyar er væl saktans eitt land, og Koks er ein matstova í Føroyum.

Í greinini er annað yvirlit yvir hvørjar danskar matstovur hava fingið Michelinstjørnu, og har verður Koks ikki nevnd. Man kundi ið minsta lagi kravt, at Koks stóð har í klombrum.

Kanska er hetta smáligt, men hetta kundi ikki fara aftur við borðinum ótalað.

Harleyfacadeacryl