Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vánaligasti fiskiskapur eg havi upplivað

Føroyska Sjómansmissiónin

Tá Polarhav og Stjørnan komu í 2004 og nøkur ár eftir tað, var vanligt at vit høvdu uppí skipini eftir 4-6 døgum. Nú hava vit verið úti í 11 dagar og skipini hava hálva last, sum er uml. 150 tons tilsamans, sigur Jørmund.

-Hetta er vánaligasti upsafiskiskapur eg havi upplivað, síðani eg byrjaði at trola undir Føroyum-

Tað sigur Jørmund Olsen, skipari á Polarhav, sum samtrolar við Stjørnuna.
Í gjár landaðu teir 300 túsund pund av upsa til Kósina í Klaksvík.
Jørmund er ein garvaður skipari, tí hann hevur trolað eftir upsa undir Føroyum síðani 1979.

Hann var hvørki deprimeraður ella hevði fingið skeiva beinið út um koyggjustokkin í gjáramorgunin. Harafturat var hann “rímuliga klárur”, sum hann skemtandi tók til, og segði bara sína hjartans meining.

-Stórur ella “ordiligur” upsi eksisterar ikki undir Føroyum. Tað er nakað av smáum upsa at fáa, men tað kunnu skipini ikki livað av. Fiskiskapurin gongur upp og niður, tað vita vit, men vit hava ikki upplivað, at tað hevur verið so vánaligur fiskiskapur eftir upsa, í so langa tíð sum nú.

Tá Polarhav og Stjørnan komu í 2004 og nøkur ár eftir tað, var vanligt at vit høvdu uppí skipini eftir 4-6 døgum. Nú hava vit verið úti í 11 dagar og skipini hava hálva last, sum er uml. 150 tons tilsamans– sigur Jørmund.

Spurdur um hvør grundin kann verða, nevnir hann tvær.
– Tað lívfrøðisliga grundarlagið hevur nokk ikki verið við okkum síðstu árini. Tað ger sjálvandi sítt.

– Hin er, at alt ov nógv av smáum upsa hevur verið fiskað í áravís.
Eftirlitsskipanin, sum skal verja ungfiskin, er alt ov vánalig og arbeiðir alt ov seint. Tá trolarar boða frá ov nógvum ungfiskið í einum ávísum øki, gongur tað alt ov long tíð til økið verður stongt.
Harafturat er eingin lóg sum sigur, at trolararnir skulu flyta áðrenn teir koyra trolið út aftur, sum tað til dømis er í Norra. Tí kunnu trolararnir nærum fiskað uppí av smáum upsa áðrenn økið verður stongt- sigur Jørmund.

Hann sigur eisini, at tað í alt ov langa tíð hevur verið ov góður prísur fyri smáa upsan, og tí hevur ov nógv verið roynt eftir honum. Nú er prísurin endiliga fallin so mikið nógv, at tað loysir seg ikki at fiskað hann.
-Vánaliga upsaveiða hevur óivað ávirkað prísin, sum hevur verið góður síðstu árini. Tað hevur hjálpt uppá úrtøkuna. Harafturat er gullaksaveiðan og makrelveiðan eitt gott og neyðugt ískoytið hjá okkum – sigur Jørmund.

-Eg eri tíverri dapurskygdur tá ræður um upsaveiðuna og tað av áðurnevndu grundum.
Ein hjálp hevði verið, um trolarirnir skuldu roynt við rist, men samstundis sluppu at trola á nøkrum økjum, sum eru stongd fyri trolarum í dag.
Tað hevði vart ungfiskin betri enn nú, samstundis sum økini vit kundu fiskað á, høvdu verið størri- sigur Jørmund Olsen.

Í messuni á Polarhav hongur skriftstaðið:
“Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar”
frá sálmi 121 ø,2. Tað er bæði satt, gott og neyðugt.
Hjálpin frítekur kortini ikki menniskjuni fyri ábyrgdina av lívinum, umhvørvinum,…. og av ríkidøminum í havinum.

Tá prátið við Jørmund var av og drekkamunnurin komin niðurum, var endað við bíbliuorði og bøn.

Gud signi sjófólkið!

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin