Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útnorðurmentan á Skúlatrøð

Jóhann Lutzen

Í samband við at Útnorðurráðið vitjar í Føroyum í hesum døgum, varð skipað fyri einum almennum mentanartiltaki á Skúlatrøð, har limalondini høvdu ymisk mentanarinnsløg.

Í samband við at Útnorðurráðið vitjar í Føroyum í hesum døgum, varð skipað fyri einum almennum mentanartiltaki á Skúlatrøð, har limalondini høvdu ymisk mentanarinnsløg.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og legði dent á týdning av styrkja felagsskapin í útnorði. Síðani hevði varaforsetin í Útnorðurráðnum Kári P. Højgaard orðið, hann greiddi frá um virksemi hjá Útnorðurráðnum og gleddist hann um at hýsa fundunum í Føroyum.

Hans Andrias Jacobsen framførdi nøkur løg við vøkrum guitarspæli og sangi. Samkoman sang “Fagra Blóma” í felag á bæði føroyskum og grønlendskum máli.

Ymisk mentanarinnsløg vórðu síðani úr Íslandi og Grønlandi og møguleiki varð at smakka mat frá teimum trimum limalondunum: Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Tiltakið endaði við at limir úr Klaksvíkar Dansifelag skipaðu fyri føroyskum dansi, har øll tóku lut.