Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF hevur skrivað undir við álopsleikara

Jákup Ósá

ÍF hevur í dag kunngjørt ein nýggjan útlendskan álopsleikara.

ÍF hevur í dag kunngjørt ein nýggjan útlendskan álopsleikara. Talan er um leikara, sum hevur royndarvant við ÍF seinastu tíðina. 

Les eisini: Hesin royndarvenur við ÍF

Heimasíðan hjá ÍF skrivar soleiðis: 

Í vikuskiftinum kom avtala í lag við ein nýggjan áleypara. 27 ára gamli Adeola Runsewe, sum er úr Nigeria, hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2017.
Adeola, ella bara Ade,hevur roynt seg í donsku superliguni, 1. og 2. deild, har hann hevur umboðað FC Midtjylland, Skive, Vendsyssel, Silkeborg og HB Køge. Har afturat hevur hann verið í Svøríki, har hann umboðaði Trelleborgs FF eitt tíðarskeið. Ade spælir á framrættaðu plássunum, og røkir bæði vongplássini, umframt at hann eisini hevur ryndir sum fremsti maður.

Ade verður lýstur sum ein skjótur, sterkur og tekniskur leikari, sum við royndum frá hægsta stigi í Danmark, óivað kemur at styrkja um liðið hjá okkum.