Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Newcastle á uppflytarakós: Løgnasta málið í ár

Jákup Ósá

Newcastle vann toppdystin móti Brighton, men mest serligt við dystinum var eina málið hjá Newcastle, sum ensku miðlarnir gera nógv burtuúr.

Brighton var oddalið undan dystinum og førdi eisini 1-0 á heimavølli, tá 79 minuttir vóru leiktir. Men Newcastle kom aftur og vendi dystinum. 1-1 málið var kanska tað løgnasta, sum nakar hevur sæð í enskum fótbólti hetta kappingarárið. Tveir Newcastle leikarar raka ikki bóltin serliga væl, men onkursvegna endar bólturin hjá Mohamed Diame, sum á onkran løgnan hátt stýrir bóltin so hesin fer heilt upp í samankomingina. 1-1 og løtu seinni avgjørdi Newcastle dystin og vann 2-1. Sigurin gjørdi, at Newcastle fór uppá fyrsta plássið, tvey stig frammanfyri Brighton. Newcastle hevur 73 stig, Brighton 71 stig og Huddersfield hevur 65 stig á 3. plássi. Tvey lið flyta beinleiðis upp í Premier League. Sí løgna málið hjá Diame niðanfyri.