Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hákonjunkturur

Helgi Abrahamsen

Seinasta hálva árið hevur víst ein alsamt týðiligari hákonjunktur, sigur Búskaparráðið.

Seinasta hálva árið hevur víst ein alsamt týðiligari hákonjunktur, sigur Búskaparráðið.

”Eyðkennini eru lágt arbeiðsloysi, høgt arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartrot í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstur,” sigur ráðið.

Meðan nýtslan hevur verið tann mest støðugi parturin av eftirspurninginum innanlands, hava íløgurnar verið tann mest sveiggjandi parturin.

Her vísir búskaparráðið á, at almennu íløgurnar hava í Føroyum vanliga fylgt búskapargongdini og tað sama hevur verið galdandi fyri almennu nýtsluna.

”Hetta er óheppið, og avleiðingarnar av hesum kunnu endurtaka seg, nú íløguætlanir kommunanna og serliga landsins eru víðfevndar fyri árini 2017-20,” sigur Búskaparráðið.

Handilsjavnin setur met

Handilsjavnin hevur fyri tíðina størri yvirskot enn nakrantíð. Ein orsøk er øktu laksaprísirnir og minkandi oljuprísirnir. Eisini hava størru nøgdirnar av uppisjóvarfiski ávirkað úrslitið, sigur Búskaparráðið.

Tøl mangla

Búskparráðið ásannar, at tað er trupult at fáa fatur á røttu tølunum fyri gongdina í føroyska búskapinum, og tí hevur tað eisini verið trupult at gera stuttsiktaðar forsagnir um vøksturin í komandi tíðum. Í nýggju frágreiðingini hjá Búskaparráðnum eru tí nakrar rættingar gjørdar í mun til undanfarin ár. Búskaparvøksturin í árunum 2014, 2015 og 2017 er mettur nakað hægri enn í undanfarnu frágreiðing og vøksturin fyri 2016 er mettur nakað lægri.

Seinasti uppgjørdi tjóðarroknskapurin er fyri 2013. Hagstovan, Landsbankin og Búskaparráðið hava tí í felag mett um búskaparvøksturin fyri árini 2014-2018. Metti vøksturin sær soleiðis út (í leypandi prísum):

2014 2015 2016 2017 2018

6,4% 8,0% 7,8% 6,9% 4,4%

Limirnir í Búskaparráðnum eru: Sverri Hansen, formaður, Ester Hansen og Herit V. Albinus. Skrivarar eru: Ólavur Christiansen og Hallur E. Markná.