Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sirið Stenberg: Ein leiðsla skal vera fyri øll sjúkrahúsini innan 1. januar 2018

Helgi Abrahamsen

”Eitt hitt fyrsta, sum eg ætli mær at fara undir, er at skipa sjúkrahúsverkið sum ein organisatión.” Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tá hon fyri løtu síðani legði fyri løgtingið menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið.

”Eitt hitt fyrsta, sum eg ætli mær at fara undir, er at skipa sjúkrahúsverkið sum ein organisatión.” Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tá hon fyri løtu síðani legði fyri løgtingið menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið.

”Tað er mín greiða fatan, at ein fortreyt fyri nógvum av teimum 25 tilmælunum í menningarætlanini er, at sjúkrahúsverkið er skipað sum ein organisatión. Tí er málið hjá mær sum landsstýriskvinna, at sjúkrahúsverkið frameftir verður skipað á henda hátt,” segði landsstýriskvinnan.

”Hetta merkir ítøkiliga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum,” segði hon.

Verandi lokalu leiðslur skulu sostatt ikki burtur, men ein ovasta leiðsla verður sett yvir verandi leiðslum.

”Hetta merkir, at lokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaða sjúkrahúsverkinum,” segði Sirið Stenberg.

Landssjúkrahúsið skal, sambært landsstýriskvinnuni taka sær av øllum akuttum viðgerðum, meðan Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahús skulu hava aðrar uppgávur. Eitt greitt uppgávubýti skal vera millum allar tríggjar eindirnar við felags visitatión og felags bíðilistum.

Frágreiðingina hjá landsstýriskvinnuni kemur til aðalorðaskifti í løgtinginum týsdagin.