Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er aftur veður

Norðlýsið

Størru útróðrarbátarnir gera nú klárt, aftur at fara til útróðrar. Streymurin hevur verið harður nú meðan høgættin hevur verið boysin. Men nú sær betur út, einir 10 metrar av landnyrðingi, boða veðurmenninir frá, so helst fara bátarnir norðurum og vestureftir.

Tá vit vitjaðu á Stongunum og á NFCS fyri løtu síðani, gjørdu Bragd, Líðhamar og Norðsøki klárt. Helst fara Brandur og Kallanes eisini.

Prísurin á fiski hevur annars verið fallandi í síðstu viku, so áhugavert verður at síggja hvussu tann síðan av útróðrinum fer at roynast nú útróðrarfiskur aftur kemur á marknaðin.