Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein stjóra fyri alt sjúkrahúsverkið

John William Joensen

Jákup Petersen, fyrrverandi Yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, mælir til at avtaka lokalu sjúkrahúsleiðslurnar. Hann heldu at semjan, sum nú fyriliggur er ikki nøktandi og at vit ikki hava neyðuga vitan um Sjúkrahúsverkið.

Jákup Petersen, fyrrverandi Yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, mælir til at avtaka lokalu sjúkrahúsleiðslurnar. Hann heldu at semjan, sum nú fyriliggur er ikki nøktandi og at vit ikki hava neyðuga vitan um Sjúkrahúsverkið.

Jákup Petersen, sum í dag arbeiðir sum lækni á Sjúkrahúsið í Svørríki, og eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsið, slapp ikki at halda fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, vegna innanhýsis ósemju, eftir at hann kom í pensiónsaldurin. Hann mælir í dag til at vit avtaka lokalu sjúkrahúsleiðslurnar.

– Vit hava fyrr havt stjórar fyri alt sjúkrahúsverkið. Í mínari tíð hava tað í hvussu er verið felagsstjórar 2 ferðir

– Jens Arne Sørensen var tann fyrri. Fittur maður sum vitjaði sjúkrahúsini og prátaði við fólk. Eg veit ikki rættuliga hvat vald hann hevðið at gera broytingar, men mín metan varð, at sjúkrahúsini gjørdu sum tey vildu og, at tað ikki skuldi verða alt ov nógv rokilsi.

– Seinri komu so Pál Weihe og Høgni Joensen sum vóru eitt vælvirkandi makkarapar. Høgni við rúgvusmiklum kunnleika og royndum innan fyrisiting og Pál við sínum óvanliga stóra kunnleika innan læknalig viðurskifti og gransking og eisini innan fyrisiting fyrisiting.

– Hesir stjórarnir megnaðu í eini tíð við stórum skerjingum innan sjúkrahúsverkið at menna verkið munandi, finna vælútbúnar serlæknar og samskipa virksemið.

– Sum vit vita, so hevur søgan lyndi til at endurtaka seg, so nú skulu vit aftur til at finna felags stjóra.

– Tað grundar seg á eitt tilmæli kallað “Menningarætlan fyri Sjúkrahúsverkið” skrivað juni 2016 og (naka seint) løgd fyri Løgtingið fyri nøkrum døgum síðani. Sjálv Menningarætlanin grundar seg í sínum lagi á eina tilgongd írokna menningarbólki við ikki færri enn 50 fólkum.

Hava einki grundarlag til at taka støðu út frá

– Fyri at kunna gera eitt tílíkt tilmæli er neyðugt, at vita hvussu stendur til við kanning og viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum. Og tað vita vit onki um!

– Tað finnast ikki hagtøl fyri hvussu væl føroyska sjúkrahúsverkið er fyri tá tað kemur til kanning og viðgerð af føroyingum.

– Lat meg bert taka eitt dømi. Hvussu við kykarakanningum í buki, tarmi, liðum o s.fr. hvør hevur best úrslit? Tvøroyri, Tórshavn ella Klaksvík. Tað vita vit ikki, tí tað finnast ongi hagtøl og Sundhedsstyrelsen, sum plagar at hava eftirlit, er sett út á síðuliniuna. Hóast hetta skulu vit her og nú taka støðu til ella hava longu tikið støðu til hvar hesar kanningar og viðgerðir skulu fara fram.

– Áhugin fyri sjúklingatryggd hevur heldur ikki góðar umstøður í Føroyum. Eg havi so roynt at lyft henda spurning fram í ljósið. Men mátti bert sannað at tað er ikki dámt og verður revsað. Skulu vit taka tað uppaftur so má tað verða í serlæknafelagnum.

– Men nú eru vit so her. Menningarætlanin við viðmerkingum er tað sum vit framyvir skulu halda okkum til.

– Enn einaferð skal stjóri á ovastu rók við varastjóra og skiftandi serkønum vitjandi stýra verkinum saman við lokalu leiðslum.

– Av tí at sjúkrahús eru byggd til serlækna kanning og viðgerð er umráðandi, at serlæknar eru væl umboðadir í hesum høpi. Ein fortreyt er eisini, at henda eind hevur serstøk høli sum hvørki eru í Heilsumálaráðnum ella á nøkrum sjúkrahúsi. Hetta fyri at markera, at tað er rímiliga óheft av lokalum og politiskum trýsti.

Mælir til ein stjóra

Annars hevur tað verið stuttligt at lisið viðmerkingarnar frá einstaklingum og stovnum. Fleiri siga seg hava lisið “alt”. Men tað tykist verða á sama hátt sum belsebub skal hava lisið bíbliuna. Taka tað til sín tað sum er fløvandi og fortroyngja restina. Eg haldi tó at tann skilabesta viðmerkingingin kom frá Ronny Midjord stjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi sum millum annað metir tað skilagott at verandi sjúkrahússtjórar missa heitið sum stjórar.

– Annars er ikki so nógv nýtt í menningarætlani. Tá tað kemur til Klaksvíkar Sjúkrahús, so stendur sjúkrahúsið fyri, at fáa øktar uppgávur tá tað kemur til viðmerkingar. Men í sjálvum skrivinum verður sum frá líður alt akutt virksemið tikið burtur og broytt til skaðastovu mannað við kommunulæknum. Serlæknar koma regluliga av Landssjúkrahúsinum at fremja smávegis skurviðgerðir í lokaldoyvan og sjúkrahúsið kemur í stóran mun at taka sær av endurvenjingum.

– Hetta er heldur onki nýtt. Tað havi eg og onnur vitað í25-30 ár, at hetta er tann politiski viljin og hann tykist verða varveittur í øll hesi árini.

Fyrisitingarliða og fakliga er hetta tann frægasta gongdin. Tað er væl og viðriliga staðfest, at skilagóð miðsavning økir munandi bæði í dyggd og tryggd fyri sjúklingin. Eftir undirsjóartunnlar sum um nøkur ár geva eina koyritíð millum Klaksvík og Tórshavn uppá umleið 30 40 minuttir so er tað opnað fyri skilagóðari miðsavning komandi árini. Munurin verður m.a. økt dyggd og tryggd fyri sjúklingin og tað er væl tað sum vit øll hóast alt tráða eftir.