Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin er ein neyðsemja

Helgi Abrahamsen

Landsstýrið hevur slept sínum egna uppskoti um fiskivinnunýskipan, og leggur ístaðin eitt semingsuppskot fyri tingið.

Landsstýrið hevur slept sínum egna uppskoti um fiskivinnunýskipan, og leggur ístaðin eitt semingsuppskot fyri tingið.

“Vit leggja ikki tað uppskotið fram, sum vit upprunaliga ætlaðu áðrenn valið, ella tað sum stendur í samgonguskjalinum. Vit hava lurtað eftir hinum flokkunum og eftir vinnuni og øðrum, tí vit royna at gera eitt uppskot, sum so at siga allir føroyingar kunnu liva við.” Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá landsstýrið í dag helt tíðindafund um uppskotið til fiskivinnunýskipan. Løgmaður segði, at landsstýrið hevur framvegis ikki heilt slept vónini um at finna eina breiða semju um uppskotið.

“Hetta er okkara semingsuppskot,” segði hann.

Tryggir karmar – fyri hvønn?

Løgmaður undirstrikaði týdningin av, at vinnan fær tryggar karmar at virka eftir, men spurningurin verður altíð, hvønn karmarnir skulu vera tryggir fyri.

“Um vit hugsa um teir sum eru í vinnuni í dag, so hevði tað verið tryggir karmar hjá teimum, um teir fingu rættiliga langvarandi loyvi, sum vóru frítt umsetilig. Men fyri øll onnur hevði hetta verið óalmindiliga ótryggir karmar. Tey høvdu bara havt ein møguleika at komið inn í vinnuna, og tað hevði verið at keypt rættindi frá teimum, sum høvdu tey upprunaliga, og rindað alt kontant forút. Tað hevði verið ein óalmindiliga stórur váði,” segði løgmaður.

“Vit vita, at tey sum eru í vinnuni í dag, eru ikki tey somu sum vóru í vinnuni fyri 10 árum síðani, og tað verða heldur ikki tey somu sum verða í vinnuni um 10 ár,” segði hann. Hann helt tí, at vit nú hava ein søguligan møguleika at gera eina skipan, sum er góð fyri bæði verandi og komandi vinnulívsfólkum.

“Hetta hava vit lagt okkum eftir, og vit hava eisini lagt okkum eftir, at tað skal vera virksemi og økismenning um alt landið – eisini har sum tað ikki er so nógv virksemi í dag,” segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Uppskotið hjá landsstýrinum fer nú til hoyringar, áðrenn tað verður lagt fyri tingið.