Tiltøk hjá KFUM & K í Klaksvík í viku 10
Mánadagin kl. 19.00
Sjómanskvinnuringurin samlast. Allar kvinnur vælkomnar.
Mikudagin
Eingin bíbliutími í kvøld, men farið verður norð til føstuguðstænastu í Árnafjarða kirkja, streingjakórið syngur.
Hósdagin kl. 17.30
Juniormøti fyri tey, sum eru frá uml. 5.-7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, sms’að so navn og nr. til 212480.
Hósdagin kl. 20.00
Gospelkórið ”zSola Gratia“ venur.
Sunnudagin kl. 14.00
Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná.
Sunnudagin kl. 17.30
Bønarløta.
Sunnudagin kl. 18.00
Møti v/Øssuri Kjølbro, Evni: ”zKann Gud vera góður, tá so nógvur óndskapur og líðing er til?“ Barnaansing er undir møtinum.
Sunnudagin kl. 20.30
Ungdómsmøtið v/Hannu Skarsá Kamsdal. Evni: ”zSynd – avgerðir“.
Vitja okkum eisini á facebook kfum&kklaksvik.
Øll hjartaliga vælkomin!




