Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hundaøkið Úti í Grøv umvælt

Orð og myndir: Dávur Winther

Fyri nøkrum árum síðan varð ein Hundakunngerð samtykt fyri Klaksvíkar kommunu, sum segði, at ikki er loyvt at hava leysgangandi hundar. Samstundis vórðu gjørd øki, har hundar kunnu ganga leysir

Fyri nøkrum árum síðan varð ein Hundakunngerð gjørd fyri Klaksvíkar kommunu, sum segði, at ikki er loyvt at hava leysgangandi hundar. Samstundis vórðu gjørd frágird øki, har hundar kunnu ganga leysir

Eitt av hundaøkjunum í Klaksvík liggur niðanfyri nýggja dagstovnaskálan Úti í Grøv – við Brekkuenda, kallað.

Hitt liggur við Garðavegin – omanfyri spælipássið á Jørundsgøtu.

Í sambandi við lendisarbeiði og steinseting fyri nýggja dagstovnaskálanog tá ið parkeringsøkið skuldi víðkast har, bleiv hundaøkið umskipað nakað. Men samstundis vórðu drenrør og veitingar gjørdar í lendinum, so tað verður turrari. Nú móti sumri verður sáað, so her verður snøggari, turrari og nossligari.

Slík hundaøki eru í øllum bygdum í kommununi, Svínoy, Árnafirði, Mikladali og Trøllanesi. Nú er eftir at fáa gjørt hundaøki á Húsum og Syðradali eisini, verður sagt av Umhvørvisdeildini hjá Klaksvíkar kommunu

Harleywoodpaint