Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður Nielsen: Tí havi eg broytt støðu viðvíkjandi bummgjaldinum

John William Joensen

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum á Hotel Vágum, grundgav formaður Sambandsflokksins fyri, hví flokkurin hevði lagt uppskot fyri løgtingið, um at avtaka bummgjaldi í undirsjóvartunnlinum.

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum á Hotel Vágum, grundgav formaður Sambandsflokksins fyri, hví flokkurin hevði lagt uppskot fyri løgtingið, um at avtaka bummgjaldi í undirsjóvartunnlinum.

Eg havi ongantíð verið sannførrdur um at tað fyrilág nøkur avtala um at tunnilsgjaldið í undirsjóvartunnlunum skuldi avtakast.

Ikki fyrr enn eg sá, svart uppá hvítt, at løgtingið hevði samtykt hesa avtaluna tá tingið broytti mvg lógina. Hetta bleiv gjørt í beint áðrenn Vágatunnilin varð tikin í brúk, nevnuliga í oktober 2002.

Tá broytti Løgtingið MVG lógina har P/F Norðoya og P/F Vágatunnilin vóru frítikin frá at rinda MVG av bummgjaldinum.

Í viðmerkingunum til lógina stendur:…… at tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er aftrugoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum…..

(RED: Víðari verður staðfest í viðmerkingunum til lógina: …. Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sum annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur.)

Ein avtala skal haldast

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, segði at ein avtala skal haldast:

– Tað var sostatt staðfest svart uppá hvítt at bummgjaldi skuldi einans brúkast til at gjalda lánini aftur og tí má løgtingið liva upp til sín part av avtaluni. Fyri bilførarar verður tað eisini munandi bíligari at rindað fyri tunnlarnar gjøgnum vegskattin, tí tá sleppa bilførarar frá at rinda fyri umsitingina av tunnlunum.