Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Fiskimannafelagið hava undirskrivað semju

Helgi Abrahamsen

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, undirskrivaðu í gjár semju um teir tríggjar sáttmálarnar sum eru millum feløgini.

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, undirskrivaðu í gjár semju um teir tríggjar sáttmálarnar sum eru millum feløgini. Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni í dag.

Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2019 við ávísum broytingum. Eftirlønin hækkar 1 prosent frá 1. mars 2017 og aftur 1 prosent tann 1. mars 2018. Tá verður eftirlønin 10 prosent.

Tilsamans hækka løn og eftirløn við ávikavist 2,2 prosentum fyrra árið og 2,3 prosentum seinna árið.

”Hetta er sama hækking, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið í hesi samráðingarrunduni, og sama hækking, sum Maskinmeistarafelagið fekk í semjuni við RFF 20. februar í ár,” skrivar Vinnuhúsið.

Samráðingarnar um sáttmálarnar millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru enn ikki lidnar og halda fram í dag.

Harleyfacadeacryl