Fríggjadagin tann 7. apríl skipar Sambandsflokkurin fyri ráðstevnu við evninum ”Frá olju til vind”. Ráðstevnan verður á Østrøm í Havn.
Fríggjadagin tann 7. apríl skipar Sambandsflokkurin fyri ráðstevnu við evninum ”Frá olju til vind”. Ráðstevnan verður á Østrøm í Havn.
”Á ráðstevnuni fara fólk við hollum kunnleika um orkutøkni og orkupolitikk at halda framløgur og røða um, hvørjar møguleikar vit hava í Føroyum fyri skjótari og lættari at innføra vindorku,” sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.
Talan verður um eina fakliga og politiska ráðstevnu, hvørs endamál er at varpa ljós á, hvørjar avbjóðingar vit hava í Føroyum á orkuøkinum og hvørjar møguligar loysnir eru fyri skjótari og lættari at innføra munandi meira vindorku á elkervið.
Skráin verður býtt í tríggjar partar:
– Fyrsti partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava at innføra vindorku í orkuskipanina, serliga í einari lítlari orkuskipan sum tí føroysku.
– Annar partur snýr seg um, hvørjar møguligar tøkniligar loysnir eru tøkar í Føroyum.
– Triði partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera eina munandi útbygging av framleiðsluni av vindorku í Føroyum.
Orkuráðstevnan byrjar klokkan 9:30 og hon endar klokkan 15:30. Ráðstevnan er ókeypis og tað er ikki neyðugt at tekna seg frammanundan.




