Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill Justinussen er misnøgdur við sjúklingaráðið

Helgi Abrahamsen

”Hví eru ongi umboð vald úr Eysturoynni í nývalda sjúklingaráðið?” Tað spyr Bill Justinussen, løgtingsmaður.

”Hví eru ongi umboð vald úr Eysturoynni í nývalda sjúklingaráðið?” Tað spyr Bill Justinussen, løgtingsmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í einum fyrispurningi í løgtinginum.

Bill Justinussen undrast á, at Landsstýriskvinnan hevur valt 3 umboð úr Havn, 3 úr Klaksvík og 3 úr Suðuroy í sjúklingaráðið, harav 2 eru úr hennara egna heimstaði.

Sambært lógini um sjúkrahúsverkið skulu 9 limir vera í sjúklingaráðnum, og hesir skulu vera valdir út frá landafrøðiligum atliti. Bill Justinussen vil tí hava at vita, um tilmæli vóru um at velja fólk úr øðrum økjum enn Tórshavn, Klaksvík, Vági og Porkeri og um landsstýriskvinnan heldur, at sjúklingar úr Eysturoynni ikki hava tørv á umboðan í sjúklingaráðnum. Eisini vil hann hava at vita, hvørjum landsstýriskvinnan hevur fingið tilmæli frá í sambandi við valið av sjúklingaráði, og hvussu nógv tilmæli hon fekk.

Bill Justinussen minnir á, at Eysturoyggin er næststørsta oygg í Føroyum, og at har búgva meiri enn 11.000 fólkum.

Fyrispurningurin er settur sum ein sokallaður ”grein 52 a spurningur”. Tað merkir, at landsstýriskvinnan skal svara spurninginum skrivliga.