”Tað er einfaldur logikkur, at skulu nýggir aktørar framat í vinnuni, so mugu verandi aktørar minka ella gevast.” Tað sigur Felagið Nótaskip, sum við hjálp frá Fiskimálaráðnum hevur roknað út, hvørjar avleiðingar nýskipanin av fiskivinnuni fær fyri nótaskipini.

Útrokningarnar hjá felagnum og Fiskimálaráðnum vísa, at um nýskipanaruppskotið hevði verið veruleiki, so høvdu kvoturnar hjá nótaskipum av svartkjafti minkað 48 prosent, kvoturnar av norðhavssild 56% og kvoturnar av makreli høvdu minkað 33% sammett við gomlu skipanina.
Hesi tølini byggja á ta fortreyt, at kvoturnar av uppisjóvarfiski verða tær somu í 2018, sum tær eru í 2017.
Í roknistykkinum er ikki tikið við, at nótaskipini kunnu keypa upp til 15% av eitt-ára loyvum á uppboðssølu.
”Tað ber ikki til at taka hetta við í roknistykkið, tí lógaruppskotið tilskilar ikki, hvussu nógv verður selt sum stutt loyvir. Hetta skal landsstýrismaðurin seinni áseta í kunngerð,” sigur felagið.
Restin av tí sum verður selt á uppboðssølu (meðal- og langtíðarloyvi), sleppa verandi aktørar, sambært lógaruppskotinum, ikki at bjóða uppá.
Í farnu viku svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður einum fyrispurningin frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu. Tá segði hann soleiðis um antitrust-regluna:
”…men tað stendur greitt tilskilað, at tað er ikki aftureftir virkandi, tað vil siga, at tað er eingin, sum hevur sítt virksemi í dag, sum má skerja tað.”