(Andorra) Nógv ivamál hava verið undan dystinum um kringumstøðurnar.
(Andorra) Málverjin á føroyskaA-landsliðnum letur væl at umstøðunum í Andorra.
Gunnar Nielsen er eftirhondini millumteir royndastu leikararnir á føroyska A-landsliðnum. Tí hevurhann roynt eitt sindur av hvørjum. Undan dystinum í Andorra hevurnógv verið gjørt burturúr vallarumstøðunum, hargraslíkisvøllurin ger tað trupult at spæla. Í morgun vanduføroyingar á graslíkisvølli, men ikki á sjálvum leikvøllinum,har dysturin leygardagin verður.
– Eg haldi ikki hetta er so galinvøllur. Umstøðurnar sum heild her í Andorra eru fínar, sigurGunnar Nielsen við Norðlýsið.
7 stig hevði verið fantastiskt
Gunnar heldur, at til dystinleygardagin er tað av stórum týdningi, at avrikið verður gott.
– Okkara uppgáva er at avrika tilokkara besta. Gera vit tað, so hava vit góðan møguleika at vinnadystin. Og vinna vit dystin, so hava vit 7 stig og tað vildi veriðfantastiskt, sigur Gunnar og leggur afturat, at hann gleðir seg tilat síggja og hoyra eini góðar 100 føroyskar áskoðarar, ið væntast at vera til staðar, áleikvøllinum leygardagin.




