Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íløgurnar hjá Klaksvíkar Kommunu eru tvífaldaðar og seta met í ár

John William Joensen

Vanliga hava íløgurnar hjá Klaksvíkar Kommunu ligið millum 30 til 40 mió. kr. árliga. Men eftir framflytingar og tillagingar eru samlaðu íløgur í ár næstan 90 mió. kr. sæst í fíggjarnevndarskjalið.

Vanliga hava íløgurnar hjá Klaksvíkar Kommunu ligið millum 30 til 40 mió. kr. árliga. Men eftir framflytingar og tillagingar eru samlaðu íløgur í ár næstan 90 mió. kr. sæst í fíggjarnevndarskjalið.

Á fundi 21. Mars og 23. Mars viðgjørdi fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar Kommunu uppskot um framlyting/eykajáttan.

Í skjalinum gongur fram at:

….inntøkur og útreiðslur í samtyktu fíggjarætlanin fyri 2017 javnviga við einum íløgukarmi á 53 mió.kr. og avdráttir á 8 mió. kr. Tí føra framflytingar við sær eitt rokskaparligt hall, ið skal fíggjast antin við íløguinntøkum, tøkum peningi ella við lánifígging.

Í upprunaætlanini hjá Klaksvíkar Býráð vóru iløgurnar setta at verða 55 mió. kr., men eftir nýggju ætlanini verða íløgurnar 88,5 mió. kr

Sostatt kemur fíggjarætlanini fyri 2017 av hava eitt hall á 34 mió. kr.

Fíggjar framskrivingarnar við gjaldføri.

Tøkur peningur hjá kommununi við ársbyrjan 2017 var 60 mió. kr. Trekkja vit hækkingina av

íløgunum (22,5 mió. kr.) frá, verður likviditeturin 37,5 mió. kr.

Av hesum skulu 23,5 mió. kr. bindast til skúlabyggingina. Har eru longu 5 mió. kr. bundnar frá 2014 og saman við 18,5 mió. kr. frá 2015, veða 23,5 mió. kr. av innistandandi bundnar til skúlabyggingina.

Leggjast skal afturat at í inniverandi fíggjarætlan eru 23 mió. kr. settar av til skúlabygging og verða 0,8 mió. framfluttar afturat. Samanlagt hevur kommunan 47.3 mió. kr. til nevndu verkætlan.

Tá lagt er upp fyri hesum, er likviditeturin 14 mió. kr. eftir framflytingar og gjaldføri, ið sett er til síðis til skúlabygging.