(Andorra) Tróndur Arge,ítróttarredaktørur hjá Miðlahúsinum, sær væl meiningina viðat byrja inni við Páll A. Klettskarð móti Andorra.
Tað er váttað, at Páll A. Klettskarð byrjar inni móti Andorra. Tróndur Argedugur at síggja ætlanina við hesum.
– Teir vita tað, at Andorra spælirøgiliga fysiskan fótbólt. M.a. við tveimum miðverjum. So kannfyrimunurin vera, at Páll tekur dystin upp við stóru og sterkumiðverjarnar og so dettur bólturin niður til Jóan SímunEdmundsson á næsta bóltinum. So eg vænti høvuðsuppgávan hjáPáll er at stressa verjuna hjá Andorra, meðan hetta kanska eisiniloysir trupulleikan á framrættaða miðvøllinum við at flyta JóanSímun aftur. Men mótstøðuliðið er Andorra og tað ger uppgávunahjá einum álopsleikara lættari enn ímóti t.d. Portugal, sigurTróndur Arge.
Samansetingin á miðvøllinum
Væntandi byrja Sølvi Vatnhamar ogHallur Hansson sentralt á miðvøllinum, og tað er ein samanseting,sum ikki er roynd á landsliðnum fyrr.
– Um eg valdi, so hevði eg valt eindefensivan miðvallarleikara, ið lá í holinum frammanfyri verjuna.Men tað verður spennandi at síggja samansetingina við Sølva, iðhevur verið ræðuliga góður undir venjingunum, og Hallur. Báðireru fullir í orku og finna teir útav uppgávubýtinum, so kann taðblíva ein fín loysn. Men eg vænti at hendan samansetingin germeir, at dysturin kann enda 3-1 enn 1-0 til Føroyar, sigur TróndurArge við Norðlýsið.
Bjartalíð er ótrúligur avsluttari
Tróndur Arge sigur, at vit mugu ansaokkum við at seta ov høgar vónir til Jóannes Bjartalíð, sumkanska fær debut á landsliðnum í dag.
– Hansara styrki er ótrúligaravslutningar. Leggur ein bóltin útfrá til Jóannes Bjartalíð, soskjýtur hann heilt vist væl. Men vit mugu ansa eftir at ikki væntaov nógv í fyrsta dystinum frá ungum leikarum, tí eg seti ikkikrav um, at Jóannes skal koma inn og dribbla leikarar av og broytaein dyst, sigur Tróndur Arge at enda.




