Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trolarin Ran fingið ein sjógv

Jóhann Lutzen

Rættuliga ringt veður hevur verið á Flemish Cap leiðini í seinastuni, og fekk trolarin Ran ein sjógv í lýsingini ímorgun, har 5 rútar á brúnni fóru inn ígjøgnum. Í hesum sambandi fingu tveir av manningini skaða, og tykist talan vera um smærri skaðar

Løstaðu menninir vóru á brúnni tá eitt brot kom á brúnna, har 5 rútar brotnaðu. 4 mans vóru á brúnni tá óhappið hendi. Eitt Coastguard skip er ávegis til teir, við lækna umborð.

Ran lá bakk tá óhappið hendi, tí sera ringt veður er á leiðini.

24 mans eru umborð á skipinum, og skipið fór avstað 23. februar til fiskarí úr Føroyum, og fiskaðu fyrst á Atlantshavsrygginum og eru nú við Flemish Cap, og fiska svartkalva og kongafisk.

Reiðaríið er í samband við Coastguard í Halifax og tamarhald er á støðuni.