Stjórin í North Pelagic, Pól Huus Sólstein er rættiliga hvassorðaður á sínum facebook profili, eftir at hava hoyrt og sæð formansfrágreiðingina hjá formanninum í Tjóðveldi, stroymaða út til alt føroyska samfelagið. Boðskapurin varð um einar ójavnar Føroyar, sum byggir á ósannandi, staðfest av Hagstovu Føroya
Stjórin í North Pelagic, Pól Huus Sólstein er rættiligahvass orðaður á sínum facebook profili, eftir at hava hoyrt og sæð formansfrágreiðingina hjá formanninum í Tjóðveldi, stroymaða út til alt føroyska samfelagið. Boðskapurin varð um einar ójavnar Føroyar, sum byggir á ósannandi, staðfest av Hagstovu Føroya
Pól Huus Sólstein, skrivar:
EIN GINI SØGA
Einaferð vóru allar Føroyar á gosið, fyri nakrar GINU – søgur, men tíbetur bleiv hetta fyribrigd allýst millum høg og lág, og kjaki kom niður aftur á jørðina við sterkum kreftum úr okkara táverðandi góðu PUPLIC SERVICE organum. Men tað er sum um at vit í dag eru komin í ein undarligan tíðarlumma, har veruleikin verður staðfestur á ósannindum, rangframsøgnum og tøgn, og vit sita øll nikkandi og tiga. Hett er mikið spell, og ta seinastu søguna í hesum flokkinum, kann eg lata verða við at viðmerkja. Og hon er ein útsøgn frá Høgna Hoydal og frá flokstinginum hjá Tjóðveldinum, har hann staðfestir at:
“10 prosent av føroyingum áttu meiri enn 90 prosent av øllum virðunum í landinum” og at: “Eg eri vísur í, at støðan er tann sama enn, kanska enntá eru virðini enn ójavnari býtt”
At opnað dyrnar fyri fjølmiðlum við meira, er ein góður siður, men at lata kávalæti og ósannindi floyma frá hesum sama, er átaluvert og eftir mínum tykki sera álvarsamt, uttan so at hesar útsøgnir verða viðmerktar..
Hagstova Føroya hevur í fleiri ár rokna ein sokallaðan GINI koefficient út fyri Føroyar, sum er eitt mát fyri javnan í samfelagnum. Jú tættari hann er við 0, jú meir javnari eru virðini í samfelagnum. Tað føroyska GINI talið liggur á ca. 22. Hetta er so vítt eg veit eitt tað lægsta í allari verðini, og lægri enn tað lægsta av øllum OECD londunum Hetta er betur enn Danmark, Svøríki, Noreg, Ísland osfr. Hetta er tað best máti vit hava í dag fyri slíkum. Tí má eg undrast á slík ósannindi fara gjøgnum allar miðlarnar, uttan so at ein tann einasti ein spyr eftir, um hendan útsøgnin hevur nakað uppá seg ella um hon er beinleiðis ÓSONN.
Kanska eru GINU-søgurnar eitt sindur einfaldari hjá okkum øllum at fyrihalda okkum til enn GINI-stuðulin (koeficienturin), men álvaratos. Um vit ikki kunnu brúka tað sum Hagstovan kemur við til at stuðla uppundir FAKTA, so eru vit komin heilt óalmyndiliga langt við at villeiða fólk. Og tað haldi eg er temmiliga ALVORLIGT. So vónandi er tað onkur sum stríðist fyri góðum fjølmiðlasiði, sum tekur hesi mál upp.
Tað minsta vit skylda hvørjum øðrum í dagsins samfelag er at virða teir sannleikar sum enn eru til.




