Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árni Skaale fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2017

Íverksetarahúsið í Klaksvík

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í einum fullsettum Østrøm, at Árni Skaale stjóri í LookNorth er kosin Ársins Íverkseti 2017

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í einumfullsettum Østrøm, at Árni Skaale stjóri í LookNorth er kosin Ársins Íverkseti2017

Ársins Íverksetaradagur varð fyrrapartin hildin í Østrøm í Tórshavn. Nógvfólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.Sum partur av árligu heiðranini av føroyskari íverksetan vórðu heiðurslønirhandaðar. Granar, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, og sum Óli Skarðenni hevurgjørt. 

Ársins Íverkseti 2017 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndinhevur valt Árni Skaale stovnara av LookNorth til Ársins Íverkseta.

Løgmaðurflutti fram hesi orð: 

Ársins íverksetari fór undir sítt virksemi umaldarskiftið. Hann brúkti ikki nógva tíð at umráða seg í, áðrenn hann legði segút í nýggju verkætlanina. Sama dag sum ársins íverkseti segði seg úr starvi íDanmark, tók hann flogfarið heim og helt stovnandi aðalfund í felagnum. 

Síðanstovningardagin hevur fyritøkan bæði havt mótburð og framburð. Í dag er talanum eina sunna og sterka fyritøku. 

Frá fyrsta degi hevur ársins íverkseti lagtnógv fyri at bróta slóð og at nøra um eitt fjølbroytt vinnulív. Og hetta hevuralla tíðina endurspeglað Ársins Íverksetara. Í stavnhaldinum stendur, atfyritøkan hvørt ár skal framleiða fýra nýggjar vørur. Ikki hissini mál at setasær. 

Ársins Íverksetari, sum hevur fyritøku í Klaksvík, brennir fyri íverksetanog nýhugsan. Hann vil fegin geva ungum íverksetarum og skúlanæmingum møguleikaat arbeiða við sínum hugskotum í hansara fyritøku. Hann er sonn fyrimynd oggóður samstarvsfelagið fyri tey, sum arbeiða í og við íverksetan í Føroyum. 

Táið tú hevur sett tær fyri at vera nýskapandi í øllum tí, tú ger, merkir taðeisini, at onki hugskot verður vent í hurðini- og sum Ársins Íverksetari tekurtil – fyrr enn tað er kannað væl og virðiliga.

Ársins íverksetari kann vísa áfrálík fíggjarlig úrslit seinastu árini. Eisini á hesum økinum er hann einfyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur. Eisini gongur hann undan, tá tað snýrseg um sosiala íverksetan. Ársins Íverksetari hevur staðið á odda fyri fleiritiltøkum í sínum lokaløki, sum hava skapt trivnað í nærumhvørvinum. Við sínumnýhugsandi hátti hevur Ársins Íverksetari gingið undan, tikið stóran váða oggivið øðrum íblástur. Hetta hevur hann sæð sum sína stóru uppgávu, og drívmeginer áhaldandi at skapa okkurt nýtt. 

Ársins Íverksetari er Árni Skaale, stjóri áLookNorth” 

Ársins Innovation til JT electric 

John Syderbø, produkt ogmarknaðarstjóri á Føroya Tele kunngjørdi, hvønn dómsnevndin hevði valt tilÁrsins Innovatión. 

John flutti fram hesi orð: 

Innovatión hevur stóran týdningfyri menningina í føroyska búskapinum. Skal samfelagið fram á leið er neyðugtvið nýhugsan, og tí er umráðandi at arbeiða miðvíst við at stuðla upp undirinnovatiónsmentan, so at nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verðamentar. 

Ársins Innovation 2017 verður latin einari fyritøku sum gjøgnum árinihevur arbeitt nógv við innovation og hevur hetta sum ein fastan part av sínumforrætningsgrundarlagið. Fyritøkan hevur gjørt fleiri innovativar loysnir innantað vinnuna, sum hevur ment seg skjótast seinastu árini, og nú hevur alstórantýdning fyri føroyska búskapin – nevniliga alivinnuna. 

Í ár verður heiðurinlatin fyri eina fóðurskipan, sum fyritøkan hevur ment. Forritið stýrir øllumkomponentunum so at fóðri verður transportera út til tann rætta ringin.Harumframt er tað eisini hetta forritið, sum fortelur alaranum hvussu nógv hannmaksimalt kann koyra í hvønn ring í eitt givið tíðarskeið. 

Øll skipanin er mentvið tí nýggjastu tøknini í er til taks, og er forritið gjørt á ein hátt so taðer opið fyri øðrum skipanum. Eitt nú kann ein við relativt lítlum broytingumlevera eina ronkilsisfóðurskipan, so alarin kann halda styr á roknilsinum ásama hátt sum laksinum. 

Fóðurskipanin er ment í tøttum samstarvi við teir føroyskualararnar. Seinni í ár er skipanin í brúk hjá øllum alifeløgunum í Føroyum, ogeftirspurningur er longu uttanlanda eftir skipanini. Fóðurskipanin er taðsíðsta produktið sum manglaði í, fyri at kunna veita eitt komplet alibrúk mentog framleitt av feløgum í Fuglafirði. 

Ársins Innovatión gevur møguleika fyri athenda týdningarmikla vinna framhaldandi kann veksa burðardygt og skapaarbeiðspláss her á landi. Fyri hesa nýskapan – at fóðurskipanin kann tillagasttil aðrar hættir og skipanir at fóðra uppá – vinnur JT electric ÁrsinsInnovation 2017. 

Fyrr í ár vóru 10 ár liðin síðani Íverksetarahúsið varð sett ástovna og var hetta 9. ferð, at Ársins Íverksetaradagur varð hildin. Fullsettvar til tiltakið.