– Seinastu árini er barnatalið í kommununi økt støðugt, og tí hava vit nú nakrar ferðir víðkað um barnaansingartilboðini, og nú var aftur brúk fyri einari skjótari víðkan, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum í røðu síni fegnaðist um, at útbyggingin av Fjallafípuni hevði eydnast so væl.
– Seinastu árini er barnatalið í kommununi øktstøðugt, og tí hava vit nú nakrar ferðir víðkað um barnaansingartilboðini, og núvar aftur brúk fyri einari skjótari víðkan, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri,sum í røðu síni fegnaðist um, at útbyggingin av Fjallafípuni hevði eydnast sovæl.
Fríggjadagin 31. mars 2017 var móttøka í Fjallafípuni frá kl. 15 til17, har nógv foreldur og onnur áhuga leitaðu sær inn fyri at síggja snotuligu,nýggju hølini hjá Fjallafípuni, har pláss nú er fyri íalt 40 børnum afturat íansing.
Arbeiða samstundis við at
byggja ein nýggjan dagstovn
Í røðu sínari takkaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, øllum, sum havavirkað við til, at hensa skjóta og sera væl úr hondum greidda víðkan kundi lataseg gera so skjótt og væl.
Eisini nýtti borgarstjórin høvi at kunna um, at Klaksvíkar býráð eisinihevur samtykt at fara undir ítøkiliga fyrireikingar av at byggja ein heiltnýggja dagstovn í Klaksvík. Orsøkirnar til ta byggingina er bæði tað vaksandibarnatalið, men býráðið byggir eisini nýtt, tí tørvur er á at flyta úrótíðarhóskandi hølum í nýggjar og dagførdar hølisumstøður.
Samtykt á heysti í 2016
Tikin í brúk í mars 2017
Niels Juel Arge, dagstovnaleiðari, hevur nú mannað báðar tær nýggjustovurnar við nýggjum námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum errin sýndu fram spildurnýggjuhølisumstøðurnar, sum eru bæði ljósar og rúmliga. Tað var seint í fjør heyst,at Klaksvíkar býráð samtykti at fara undir hesa víðkan, og longu nú í mars erhendan nýggja eindin av Fjallafípuni latin upp og farin til verka.
Tá ið móttøkan byrjaði fríggjadagin kl. 15, blivu teir seinastufermetrarnir asfalteraðir, og harvið er uttanumøkið klárt eisini.Útibarnagarðurin Fjallafípan liggur í best hugsandi náttúruumhvørvi úti í Grøv,sum fevnir um viðarlund, áir, fjøru og vakrari náttúru.




