Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH

Klaksvíkar kommuna

Tá eldraøkið varð flutt kommunum at umsita tann 1. januar 2015, avgjørdi Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin. Stýrið setti sær hinvegin fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreinligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH

Kanningararbeiðið byrjaði við dialogfundum, har viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og aðrir fakbólkar, ið samstarvað verður við, fingu høvi at siga sína hugsan um verandi tænastur, og hvussu hesar kunnu skipast betur í framtíðini. Ynski um størri fleksibilitet í tænastunum var ein reyður tráður í dialogfundunum, sum Suni Poulsen, sálarfrøðingur, stóð fyri.

Greiningarfyritøkan Lóður skipaði síðani eina umfatandi spurnarkanning um nøgdsemi, har tey viðskiftafólkini, ið kunnu svara fyri seg, ein avvarðandi umboðandi hvørt viðskiftafólk og øll starvsfólk vórðu spurd.

Kanningarnar avdúkaðu nøkur felags virðir, sum hava týdning fyri viðskiftafólk, avvarðandi og starvsfólk. Hesi eru:

– Nærvera
– Fleksibilitetur
– Álit, heldur enn eftirlit

Hesi virðini eru somuleiðis grundarlag undir visjónini, sum er orðað fyri NBH:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Við støði í kanningararbeiðnum samtykti Stýrið fyri NBH á sumri 2016 eina nýggja strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Í hesum sambandi er prentaður ein faldara, sum verður borin øllum húskjum í Norðoyggjum, har greitt verður frá strategiini fyri framtíðarvirkseminum hjá NBH.