Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veddingarfyritøkur: HB, ÍF og Víkingur størstu favorittarnir

Jákup Ósá

Í tveimum av dystunum vænta veddingarfyritøkurnar ikki, at tað er so lætt at peika á ein vinnara.

HB er hjá veddingarfyritøkunum ikki eins stórur favorittur sum hjá flest øðrum, nú HB møtir MB úr 3.deild, ið hevur tað trupult í ár. HB gevur odds 1,06 til at vinna, hóast tey flestu nokk væntaðu 1,01. ÍF er næst størsti favoritturin við 1,15, meðan Víkingur gevur 1,21 at vinna á Svangaskarði. Fjórði stóri favoritturin er NSÍ, sum gevur ein odds á 1,46. Mest spennandi dysturin er dysturin millum EB/Streym og Skála, meðan AB fær – kanska heldur óvæntað – brúkiligan møguleika móti oddaliðnum í Effodeildini.

EB/Streymur-Skála

1: 2,37, X: 3,40, 2: 2,80

AB-TB/FC Suðuroy/Royn

1: 3,06, X: 3,39, 2: 2,21

HB-MB

1: 1,06, X: 13,50, 2: 18,25

B68-Víkingur

1: 9,30, X: 5,00, 2: 1,21

07 Vestur-NSÍ

1: 7,35, X: 4,00, 2: 1,46

ÍF-Giza Hoyvík

1: 1,15, X: 7,80, 2: 13,00