Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nøkur av møguligu mótstøðuliðunum hjá KÍ í Europa League

Jákup Ósá

Enn eru nógvar kappingar í Europa ikki spældar lidnar, men tað ber longu til at seta navn á nøkur av møguligu mótstøðuliðunum hjá KÍ.

Liðini vera styrkismett og har hevur KÍ eitt tal(club coefficient) sum eitur 0,700 sum er tað lægsta ein kann hava. Hetta skyldast, at KÍ ikki hevur luttikið seinastu 10 árini. Í fjør skuldu tey styrkismettu liðini hava eitt styrkistal uppá 3600 ella hægri. Árið fyri var tali 3450.

Sum oftast vera liðini eisini flokkað í økir, har liðini møta liðum úr grannalondum. Men so kemur ofta eitt møguligt mótstøðulið aðrastaðni frá. Tað hendi hjá NSÍ í fjør, sum møtti einum liði úr Hvítarusslandi.

Hyggja vit eftir, hvørji lið longu eru í lutakastinum og sum hava eitt styrkistal yvir 3400, so eru tey hesi:

Dinamo Minsk (Hvítarussland)

HJK (Finnland)

AIK (Svøríki)

Shakhtyor Soligorsk (Hvítarussland)

Ventspils (Lettland)

Odd (Noreg)

Kairat (Kasakstan)

KR (Ísland)

IFK Norrkøping (Svøríki)

Nomme Kalju (Estland)

Stjarnan (Ísland)

Haugesund (Noreg)

Ordabasy (Kasakstan)

Levadia Tallinn (Estland)

Irtysh Pavlodar (Kasakstan)

Síðani eru onnur lið, ið eru væl á veg. Niðanfyri hyggja vit eftir londunum, sum liggja tætt við og tí eru mest sannlík, tí tað vanliga verður trekt útfrá økjum. Og tá hyggja vit bara eftir liðum, ið hava styrkistal hægri enn 3400.

Brøndby endar mest sannlíkt á 2. plássi í Danmark. Vinnur Brøndby ikki donsku steypakappingina, so er Brøndby eitt lið, sum KÍ kann møta.

Tvey av FC Nordsjælland, FC Midtjylland, SønderjyskE og Lyngby skulu spæla um seinasta Europa League plássið í Danmark. Tey liggja stavn um stavn í løtuni. Eitt av hesum liðunum kann KÍ møta.

Vinnarin av skotsku steypakappingini (Rangers, Hibernian ella Aberdeen)

Nummar 2 og 3 í skotsku landskappingini (Mest sannlíkt Rangers og Aberdeen)

Vinnarin av steypakappingini í Norður Írlandi (Linfield, Dungannon Swifts, Coleraine ella Glenavon)

Nummar 2 og vinnarin av Europa League play off dysti í Norðurírlandi (Mest sannlíkt bara Linfield, ið kann fáa hægri styrkistal enn 3400)

Harleywoodpaint