Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Johansen bleiv FM vinnari í dart

Jákup Ósá

Heldur óvæntað var tað Jón Johansen úr Vága Dartfelag sum vann føroyameistaraheitið fyri einstaklingar.

FM kappingin í Skopun leygardagin bleiv væl dekkað av KVF, sum stroymdi finalurnar og sigast má, at hetta eydnaðist væl, tí stórur áhugi var fyri hesum millum føroyingar. Og at so nógv eyka bleiv gjørt burturúr í mun til vanligt hevði kanska sína ávirkan á fleiri leikarar, tí vinnararnir í ymisku kappingunum vóru ikki teir, sum undan kappingini vóru størstu favorittarnir.

Størsta kappingin er einstaklingakappingin hjá monnum og hana vann Jón Johansen úr Vága Dartfelag. Jón hevur í fleiri ár verið partur av dart kappingunum á hægsta stigi, men hetta var hansara ordiliga gjøgnumbrot. Í finaluni vann hann á Jan McIntosh. Í tvímansleiki vunnu Jan McIntosh og Uni Árting úr Havnar Dartfelag ímóti Kristian Joensen og Boga Isaksen úr Klaksvíkar Dartfelag. Hjá kvinnunum vann Maibritt Hvíthamar úr Havnar Dartfelag móti Eydnu Olsen úr Team Sandoy.

Niðanfyri kunnu finalurnar síggjast, tá KVF stroymdi.