Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
- Avloysara fyri heilsurøktara á setanarbrøki 0,75 at byrja skjótast til ber, ella eftir avtalu, til 15. september 2018.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti.
Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
- · Útbúgving sum heilsurøktari
- · Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
- · Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
- · Góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
- · Stórar fakligar avbjóðingar
- · Spennandi og sjálvstøðugt starv
- · Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Ásu Hanusson, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mánadagin 24. apríl 2017.




