Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um Tomahawk rakettirnar

John William Joensen

Í álopið sínum á Sýria, valdi amerikanski herðflotin í miðarahavinum, at skjota 59 Tomahawk rakettir. Rakettirnar eru sera framkomnar og kunnu flúgva upp til 2.500 km. sum er áleið tað sama sum úr Føroym til Italien

Í álopið sínum á Sýria, valdi amerikanski herðflotin ímiðarahavinum, at skjota 59 Tomahawk rakettir. Rakettirnar eru sera framkomnarog kunnu flúgva upp til 2.500 km.

Ein Tomahawk rakett kann flúgva upp til 2.500 km, sum eráleið líka langt sum úr Føroyum til Italia.

Tær eru 6,25 metur til longdar flúgva við eini ferð, sum erumleið 880 km/t. 

Tær verða skotnar av skipum og flúgva sera tætt við jørðina,í 50 til 80 metra hædd har tær sjálvar stýra millum hús, dalar og fjøll fyri at sleppa undan radarastøðum hjá fíggindanum.

Fyrstuferð tær vóru nýttar í kríggi var í herðnaðarátakinum”Desert Storm” í 1991.

Rakettirnar brúka GPS at navigera og hæddarmálarar sum fáasínar informatiónir frá radaramyndum. Tá tær nærskast málinum fer ein serligskipan í gongd, sum samanber digitalar myndir, við myndir sum rakettin sjálvtekur av málinum, fyri at tryggja sær at talan er um rætta málið.

Tær nýggjastu kunnu um programerast meðan tey flúgva, atsøkja at øðrum málum enn tí sum upprunaliga var ætlanin, tá tær vóru skotnarút.

Tær eru sera dýrar og kosta umleið 8 milliónir krónir pr.stk.

Rakettin vigar 1,3 tons

kelda: cnn.com