Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú gongur á triðja ári – og hon stendur enn

Myndir í brimi: Annbjørg Andreasen – rest: Oliver

Fyri 14 døgum síðani vóru menn og kannaðu Kópakonuna, nú hon hevur staði á stórakneysa í logn og í ódn í skjótt trý ár.

Hetta er ikki roynt í Føroyum áður, at menn hava sett standmyndir so ábært fyri brimi og illveðri, tí vóru tað helst fleir, ið hildu at Kópakonan fór at hoykna undan ógvusligu aldunum úr Norðhavinum, men so hevur ikki verið, í hvussu so er ikki higartil.

Og hon hevur staði stinn. Undir standmyndina stoypti Jan Elleby Andersen, múrari einar tveir tríggjar sentimetrar av fugu ímillum bronsuna og klettin. Sjálvt hendan fugan stendur enn sum fyrsta dagin og boðar frá, at Kópakonan er ikki vikað tað minsta av ógvusliga briminum.

Tað var Preben Hansen, verkfrøðingur, ið gjørdi neyðugu styrkisútrokningarnar í samband við Stórakneysa og festið av Kópakonuni. Sigast má, at væl hevur verið frágingið.

Harleywoodpaint