Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fingið styrk

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur í kvøld sett navn á nýggjan leikara, sum kemur til felagið komandi kappingarár.

Team Klaksvík hevur í kvøld sett navn á nýggjan leikara, sum kemur til felagið komandi kappingarár.

Talan er um royndan íslendskan strikuleikara. Hørður Fannar Sigtórsson hevur seinastu árini spælt við Kyndli, men skal komandi ár spæla við Team Klaksvík. Tað hevur Team Klaksvík váttað á samkomu í kvøld. Eitt skiftið spældi hann eisini í næstbestideildini í Týsklandi. Í 2014 var hann valdur til ársins lið í Føroyum, tá tey bestu blivu vald fyri alt kappingarárið. 

Nýggjan ungdómsvenjara

Team Klaksvík hevur eisini sett nýggjan ungdómsvenjara til komandi kappingarár. Talan er um 28 ára gamla danan Mark Dyhrberg Dahl. Mark hevur royndir sum málverji í 2.deild í danmark og 3.deild í Týsklandi og hevur eisini royndir sum venjari hjá donskum ungdómsliðum umframt, at hann eisini er hjálparvenjari hjá tí danska deyva hondbóltslandsliðnum.

Á myndini síggja vit nýggja leikaran hjá Team Klaksvík, Hørð Fannar Sigtórsson, saman við forkvinnuni í Team Klaksvík, Helenu Kallsberg. 

Harleywoodpaint