Harley
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mimmy í uppskoti til ársins sølufólk

Jóhann Lützen

Mimmy Vágsheyg, sum rekur Café Fríðu er í uppskoti til Ársins sølufólk á tiltakinum Ársins søludagur 2017, sum verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 3. mai

Mimmy Vágsheyg, sum rekur Café Fríðu er í uppskoti til Ársins sølufólk á tiltakinum Ársins søludagur 2017, sum verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 3. mai

Kandidatarnir í bólkinum “Søla yvir disk” og eru hesi:

1) Rita Ditleifsdóttir Syderbø.
Rita byrjaði sína handilsleið, tá hon fór í læru í Skemmuni. Í tí sambandinum, arbeiddi hon eisini eitt tíðarskeið í Rumfatalagerinn í Íslandi. Tá BR-Leikur lat deild upp í Føroyum, bleiv Rita leiðari har. Seinni fór hon til Danmarkar, fyri at vera leiðari í einari deild hjá BR í Danmark, men koma aftur til Føroyar, og hevur verið leiðari hjá BR-leikur í Føroyum í nógv ár. Tað er út frá hennara leikluti, sum tænastu- og sølufólk hjá BR-Leikur í Føroyum, at Rita er í uppskoti at fáa heiðurin, sum Ársins Sølufólk 2017.

2) Hávardur í Stórustovu
Hávardur er útbúgvin skrivstovumaður og hevur hann arbeitt í fleiri ár hjá PE. Tey mongu seinastu árini, hevur Hávardur arbeitt sum sølumaður í handlinum Skálki í SMS. Tað er sum tænastu- og sølufólk í Skálki, at Hávardur er í uppskoti, sum Ársins Sølufólk 2017.

3) Mimmy Vágsheyg
Mimmy byrjaði sum blaðung at fást við sølu, við at arbeiða í Grillbarrini á Fornagørðum í Klaksvík. Seinni fór hon til Danmarkar, har hon arbeiddi í fleiri ár á café í Keypmannahavn. Seinni fekk Mimmy sær útbúgving sum serviceøkonum, við sergrein innan hotel og restaurant leiðslu. Eftir lokna útbúgving, kom Mimmy heim aftur, og fekk hon leiðara starv í Baresso í SMS, og var har eina tíð, til hon kom í arbeiði hjá Bakarí Jórun í Klaksvík. Í dag eigur og rekur Mimmy Kaffihúsið Fríða. Tað er út frá hennara arbeiði sum tænastu- og sølufólk hjá Kaffihúsinum Fríðu, at hon er í uppskoti at fáa heiðurin, sum Ársins Sølufólk 2017

Harleyfacadeacryl