Fyri framman er ikki besta fiskitíð hjá størru útróðrarbátunum. Líðhamar og Norðsøki valdu at fara vesturum í vikuni, men tað hevur ikki givið av tí mesta. Líðhamar fekk tó 6000 pund í gjár, ímeðan Norðsøki hevði knapt 4000 pund. Brandur, sum var norður eystur úr Viðoynni hevði sløk 5000 pund.
Grímur Lassen, reiðari á Líðhamri sigur, at í dag fer Líðhamar at egna tað seinasta av reiðskapinum av og so verður lagt stilt at pussa upp til at fara til Íslands við snellu. Líðhamar og Norðsøki plaga at fara um somu tíð, so tá er valla langt til at Norðsøki fer at gera tað sama. Báðir hava teir íslandskvotu.




