Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur og TB/FC Suðuroy/Royn skora nærum bara uppá deyðbóltsstøður

Jákup Ósá

Tað er eingin ivi um, hvar styrkin hjá báðum oddaliðunum hevur ligið higartil í kappingini. Tað er í deyðbóltsstøðunum, at dystirnir vera avgjørdir.

Víkingur hevur skorað 10 av 12 málum (83 %) uppá deyðbóltsstøður. Hini bæði málini komu móti KÍ, har annað næstan kann bólkast sum sjálvmál, tá Fróði Benjaminsen tó skoraði, meðan útjavnandi 2-2 málið er einasta málið, sum er komið í opnum spæli.

Hjá hinum oddaliðnum er støðan líknandi. TB/FC Suðuroy/Royn skoraði fyrsta málið í ár móti ÍF í opnum spæli, men síðani hevur liðið hvørja ferð skorað eftir deyðbóltsstøður. 7 av 8 málum (87,5 %) hjá TB/FC Suðuroy/Royn eru komin eftir deyðbóltsstøður.

Víkingur og TB/FC Suðuroy/Royn eru nummar 1 og 2 í Effodeildini við 12 stigum.