Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flemish Cap

Absalon í Buð

Eftir at bankin hevði verið stongdur fyri toskaveiðu rúma tíð, fingu føroyingar fyri nøkrum árum síðani aftur loyvi, at fiska tosk (ávísa kvotu) á Flemish Cap.

Eftir at bankin hevði verið stongdur fyri toskaveiðu rúma tíð, fingu føroyingar fyri nøkrum árum síðani aftur loyvi, at fiska tosk (ávísa kvotu) á Flemish Cap.

Allar flestu í vinnuni, ynsktu kvotuna býtta sum ITQ kvotur, ið síðani vórðu reguleraðar millum teir, sum í framtíðini fóru at troyta bankan.

Men nei. Býtið varð felagskvota uttan hámark. Úrslitið: Fleiri og fleiri melda til, minni í part. Um 3-4 frystiskip koma afturat fær ongin tað at bera til.

Hvat ger so myndugleikin?? Jú nýggja skipan, selja 25% av kvotuni. 75%, ið vera til avlop, vera so kastað fyri hund og ravn.

Fantastisk loysn?? Teir, ið vóru haryviri 2017 fáa ov lítið. Teir, ið møguliga fara yvir 2018, hava ikki peiling av, hvat teir fáa.

Klakkur sleppur ikki, Eivind helst heldur ikki og Stapin neyvan, at bjóða uppá tey 25%.

Bert eitt dømi um hvussu væl umhugsað nýggja fiskivinnuskipanin er.

Restin av skipanini er tíverri vánaligari, enn nevnda dømi.

Vinarliga

Absalon í Buð