Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gilli Rólantsson Sørensen fær best karakter fyri dystin móti Rosenborg

Jákup Ósá

VG hevur givið leikarunum hjá Rosenborg og Brann karakter fyri dystin í gjár.

Rosenborg vann dystin 2-1. Eina løtu sá út til, at Gilli Rólantsson Sørensen skuldi fáa avgerandi leiklut fyri Brann, tí hann javnaði við framúrskarandi langskoti til 1-1 í 79. minutti. Í yvirtíðini skoraði Rosenborg og vann 2-1. Eftir dystin segði Gilli við heimasíðuna hjá Brann, at 2-1 málið hjá Rosenborg spilti nógv fyri hansara vakra mál, tí nú bleiv dysturin mintur fyri at Rosenborg vann í síðstu løtu meðan hansara mál ikki fekk so stóran týdning, nú Brann tapti.

Kenda blaðið VG hevur í blaðnum í dag givið leikarunum karakterir fyri dystin. Har er Gilli saman við tveimum øðrum leikarum hjá Brann fingið besta karakterin, sum hesaferð var 6. Hjá Rosenborg fingu fleiri karakterin 6, men eingin fekk hægri. Sostatt var Gilli saman við øðrum millum teir, sum fingu besta karakterin hendan dystin, har Brann spældi ímóti størsta felagnum í Noregi.

Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja allar karakterirnar í VG. Willy Alstad Stampe hevur sent okkum myndina av eini síðu úr blaðnum VG úr Noregi.


Høvuðsmyndin er frá heimasíðuni hjá Brann.