Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat fyri dyst væntar Páll A. Klettskarð?

Jákup Ósá

KÍ álopsleikarin væntar, at tað fer at bylgja aftur og fram í hálvfinaluni.

KÍ álopsleikarin væntar, at tað fer at bylgja aftur og fram í hálvfinaluni.

Fyrr í ár spældu liðini javnleik 2-2 í landskappingardysti í Klaksvík. Ein dystur sum var javnur og sum bæði liðini siga seg vera nøgd við.

– Vit komu eitt sindur illað frá byrjan í landskappingardystinum. Vit koma afturum 1-0, men koma so betri og betri inn í dystin og fáa lukkað teir niður. Í seinna hálvleiki fáa vit sett okkum á dystin, skapa neyðugu møguleikarnir, men mangla kanska hepnið, ið skal til fyri at vinna dystin, men annars haldi eg, at tað var ein fínur dystur frá okkara síðu, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.

Einki avgjørt fyrra dystin

Í fjør var tað í veruleikanum fyrri dysturin í Klaksvík, sum avgjørdi alt. KÍ vann 4-1 og í seinna dystinum í Runavík vísti tað seg, at hesin munurin var alt ov stórur til at vinna innaftur hjá NSÍ. Tað er ikki so nógv sum bendur á nakra endurtøku av tí dystinum. Páll væntar, at hesin dysturin heldur fer at líkjast landskappingardystinum í ár.

– Eg veit ikki, um hetta verður so nógv øðrvísi. Tað eru tey somu liðini, men hesaferð eru tað tveir dystir, ið tað snýr seg um, og einki verður avgjørt fyrra dystin. Men eg kundi ímyndað mær ein líknandi dyst sum í landskappingini. Tað plagar at vera torført at spæla móti NSÍ, tí teir duga at brúka rúmini, fáa vent spælinum og eru góðir til kontraspæl. So eg rokni við, at tað verður ein dystur við nógvum umstillingsspæli, sigur Páll. Hann heldur ikki, at dysturin er so nógv øðrvísi, nú KÍ er verandi steypavinnari. – Vit taka tað sum allar aðrar dystir. Vit vilja sleppa aftur í Tórsvøll og royna at vinna allar dystir, so motivatiónin er eingin trupulleiki, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.

Les eisini:

Gerber: Orka, fysikkur og høg leikferð fara at eyðkenna dystin

15 leikarar á markinum til leikbann

Í NSÍ eru teir uppsettir: Hálvfinalan í fjør skal vaskast burtur

Páll A. Klettskarð er tann vandamiklasti

Sum oftast málríkt millum Kí og NSÍ