Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgt standandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum finst nú alment at landsstýrinum

John William Joensen

Atli Suni Leo, sum í mong ár hevur starvast í fíggjarmálaráðnum, eitt skiftið sum aðalstjóri í fíggjarmálum, og í dag sum høgt standandi ráðgevi í ráðnum, skrivar at við at stovnseta ein fiskivinnugrunn, gongur landsstýrið beint ímóti tilráðing, sum løgtingið fekk frá serligu grein 19 nevndini, sum varð sett av løgtinginum at kanna skipamálini í 1980-unum

Atli Suni Leo, sum í mong ár hevur starvast í fíggjarmálaráðnum, eitt skiftið sum aðalstjóri í fíggjarmálum, og í dag sum høgt standandi ráðgevi í ráðnum, skrivar at við at stovnseta ein fiskivinnugrunn, gongur landsstýrið beint ímóti tilráðing, sum løgtingið fekk frá serligu grein 19 nevndini, sum varð sett av løgtinginum at kanna skipamálini í 1980-unum

Atli Suni Leo skrivar umvegis Facebook mánadagin:

Tað verður áhugavert at vita hvussu Løgtingið í dag fer at atkvøða við 2. viðgerð um at skipa Fiskivinnugrunn, sum fylgir nútíðar rákinum um at leggja alment virksemi uttan fyri fíggjarlógina.

Í hesum sambandi kundi tað hóskandi verið endurgivið úr frágreiðingini um 80-árini hjá §19-nevndini, sum varð latin Løgtinginum í 2000:

“Nevndin heldur tað vera týdningarmikið, at skeivleikar og mistøk, ið eru gjørd, verða ikki gloymd, men verða lærdómur fyri eftirtíðina. Um so er, hevur §19-frágreiðingin loyst eina týðandi uppgávu.”, s. 11.

“§19-nevndin er sannførd um, at skipanin við nógvu landskassagrunnunum var ein orsøk til, at politikarar og landsumsitingin mistu tamarhaldið á útreiðslunum og gjaldføri landskassans í 80-árunum, serliga seinast í 80-árunum, tá ið upphæddirnar gjørdust stórar. Broytingin í fíggjarlógarmannagongdini á hesum øki kom tó alt ov seint, og ikki fyrr enn trupulleikarnar av álvara høvdu tikið seg upp. Skipanin við grunnunum gjørdi sítt til, at búskapurin varð ovurspentur, og hetta sást ikki beinleiðis aftur í fíggjarlóg og landsroknskapi.”, s. 111.


3.viðger fríggjadagin

Løgtingið samtykti uppskotið frá landsstýrinum við 14 atkvøðum fyri og 13 ímóti, í gjár.

Triðja viðger verður fríggjadagin.


Umsitingin hjá løgmanni ávarðar ímóti

Løgmansskrivstovan heldur tað vera undrunarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskoti ætlar

at stovnseta enn ein nýggjan grunn. Umsitingin hjá løgmanni vísir á Álit um landsstovnar og

grunnar 2001/11 og løgtingslóg nr. 33 frá 27.03.1992. “

Bæði í álitinum og í nevndu lógaruppskotum verður argumentera fyri í størstan mun at sleppa sær av við landskassagrunnar”, skrivar Løgmansskrivstovan.
Les viðmerkingarnar frá umsitingini hjá Løgmanni her