Í fjør var hann langt fremst og tað er hann eisini eftir dystin móti 07 Vestur í vikuskiftinum.
Í fjør var hann langt fremst og tað er hann eisini eftir dystin móti 07 Vestur í vikuskiftinum.
Eftir 8 umfør í Effodeildini eru tað bara tríggir leikarar, ið hava lagt upp til fleiri enn 2 mál. Í vikuskiftinum legði Árni Frederiksberg úr NSÍ upp til trý mál og tað ger, at hann er greitt á odda við 5 uppleggum. Árni legði eisini upp til nógv flest mál í fjør og er sum heild leikarin, ið hevur verið tann mest støðugi á upplegg listanum síðani Norðlýsið í 2012 byrjaði at skráseta upplegg. Hinir báðir, ið hava lagt upp til fleiri enn tvey mál eru báðir úr Víkingi. Teir eru Sølvi Vatnhamar og Hanus Jacobsen.
Topp 3 upplegg listin eftir 8 umfør sær soleiðis út:
1. Árni Frederiksberg (NSÍ) 5 upplegg (deyðbóltar: 2)
2-3. Hanus Jacobsen (Víkingur) 3 upplegg (deyðbóltar:1)
2-3. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 3 upplegg (deyðbóltar: 1)




