Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri komin heim, sang Hans Hjalti fyri Guðni og Elisu á LookNorth

Oliver Joensen

 Tað var Árni Skaale, stjóri á LookNorth, ið tók ímóti forseta Íslands og frú bent fyri døgurða í dag.

Løgmaður Aksel Johannesen og borgarstjórin Jógvan Skorheim vóru eisini við í fylginum. Vitjanin bleiv sera áhugaverd við tað, at fólk fingu at síggja, at virkið er sera spennandi og innovativt. Har fara fram alskyns framleiðslur úr ymiskum sløgum av plasti. Stuttligt bleiv tað eisini, tá Árni kundi presentera forsetan fyri Helga Hansen, pápa til kenda føroyingin í Íslandi, Jógvan Hansen. Og ikki misnst tá Hans Hjalti Skaale við gittara sínum fór at singja kenda íslendska sangin eftir Jón Sigurðsson “Eg eri komin heim” – Hans Hjalti sang á føroyskum og íslendingarnir tóku undir á íslendskum.

Myndir frá vitjanini: