1.deildarliðið hjá KÍ skal til høvuðsstaðin leygardagin.
Næstbesta liðið hjá KÍ er í løtuni á 2. plássi í 1.deild við 18 stigum fyri 8 dystir. 1 stig aftanfyri NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri. Hesaferð møtir KÍ einum liði, sum hevur sítt besta lið í 1.deild. Giza Hoyvík liggur á 8. plássi við 8 stigum undan dystinum.
Dysturin millum Giza Hoyvík og KÍ verður á niðara vølli í Gundadali leygardagin kl. 16.00.




