Fríggjakvøldið 16. juni og leygardagin 17. juni 2017 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið
Fríggjakvøldið 16. juni og leygardagin 17. juni 2017 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið
Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum “Innistova” kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum.
Av tí at Oyggjastevnan 2017 verður hildin á Syðradali og Húsum leygardagin, hava vit valt ikki at hava nøkur tiltøk seinrapartin leygardagin, sum vit plaga. Kaffisølan verður tó opin.
Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00.
Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum.
Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30.
Øll eru vælkomin.




