Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reytt, gult ella einki kort til Klæmint í hesi støðuni?

Jákup Ósá

Stutt áðrenn hálvleik var ein at síggja til ógvuslig takling beint frammanfyri 4. dómaran í dystinum í Runavík. 

Upptøkurnar eru langt frá, men tað sær í øllum førum út sum, at Klæmint A. Olsen kemur við strektum beinum í støðuni. Eiler Rasmussen valdi at geva NSÍ innkast í støðuni og sostatt hvørki, fríspark ella nakað kort móti Klæminti. Støðan var eisini beint frammanfyri 4. dómaran, so grundarlagið fyri at hava tikið eina rætta avgerð hevur verið gott. Annars var talan um ein dyst við lítið av dramatikki og dómarin var nærum ongantíð í fokus. 
Niðanfyri kann støðan síggjast frá youtube rásini hjá KVF (47.48).