Vit hava ongantíð sæð ein so sannførandi sigur hjá Klaksvíkingi á heimasjógvi.
Vit hava ongantíð sæð ein so sannførandi sigur hjá Klaksvíkingi á heimasjógvi.
Tað var stórur spenningur undan 10-mannaførunum. Klaksvíkingur var við nýggjari manning og hendan manning hevði ongantíð roynt at róð við 10-mannaførum áður, hóast allir umborð hava roynt at vunnið FM við øðrum bátum.
Tað bleiv eisini ein sera sannførandi debut í 10-mannaførunum hjá hesari manningini á Klaksvíkingi. So sannførandi, sum vit sjáldan hava sæð áður. Klaksvíkingur legði seg beinanvegin á odda, og tað var kanska væntandi útfrá ódnartøkum, men leiðslan bleiv hildin og spakuliga útbygd allan vegin inneftir. Tað kom ongantíð spenningur í og so kundu Klaksvíkingar feira sín mest sannførandi sigur á heimasjógvi í nýggjari tíð. Kanska óvæntað, at sigurin í fyrstu royndini hjá hesi ungu manningini var so sannførandi. Klaksvíkingur vann eisini í 2011 og 2012, men tá var kappingin í báðum førum sera spennandi. Drekin Reyði stóð seg betri enn tey flestu kanska høvdu væntað, tí tað var hann, sum var nærmast Klaksvíkingi og endaði á 2. plássi. Ormurin Langi hevur havt sínar avbjóðingar við at fáa endaligu manningina seint uppá pláss, og tað merktist á Norðoyastevnu, tí hann var knappar tvær bátslongdir aftanfyri Klaksvíking. Orminum Langa skulu vit helst vænta meir av seinni í ár. Havnarbáturin var størsta vónbrotið, tí hann endaði aftast, hóast fleiri væntaðu at hann kundi fara at kappast í oddinum.
Næsta stevna verður avgerandi
Tað var sagt alment av onkrum og tey flestu eru samd í, at tað verður helst meira avgerandi, hvat hendir á næstu stevnu. Tí tríggjar vikur eru til næstu stevnu og nógv kann henda hesa tíðina. Eftir tað stevnuna verður róð viku eftir viku, og tá verður ikki tíð til so nógvar broytingar. Byrjanin hjá hesari manningini á Klaksvíkingi var sera sannførandi og nú má tíðin vísa, um hinir bátarnir koma aftur ella um hetta var fyrsta ábending um, at Klaksvíkingur verður tann besti báturin í ár. Søgan sigur okkum, at tað er ikki altíð sami bátur sum vinnur FM sum vinnur á Norðoyastevnu, hóast sigurin á Norðoyastevnu kann vera sannførandi.
Sí fleiri myndir frá róðrinum HER
Róðurin kann síggjast hjá KVF HER




