Bjørn Kalsø, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum tá løgtingið segði øll fiskiloyvi at fara úr gildi í 2018, sigur at tað var ongantíð ætlanin hjá løgtinginum at kollvelta alla skipanina.

– Tað, sum løgtingið ætlaði var at staðfesta ognarrættin til fiskatilfeingið og so gera nakrar tillagingar.
– Hetta sum nú er ætlanin hjá landsstýrinum er fullkomiliga nýtt og hevur einki at gera við tað sum tingið upprunaliga ætlaði.