Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pecha Kucha í Spaniastovu

Jóhann Lutzen

Tey væleydnaðu vinnu- og mentanarkvøldini í heyst halda fram undir heitinum “Komi øll við”

Tey væleydnaðu vinnu- og mentanarkvøldini í heyst halda fram undir heitinum “Komi øll við”

Fyrsta tiltakið – komandi mikukvøld – er eitt Pecha Kucha kvøld har seks fólk, sum virka innan ymisk øki greiða frá, hvørji nýggj hugskot savna orku teirra, og hvat tey síggja av møguleikum í nærmastu framtíð!

Nýggj hugskot í Klaksvík

Ársins íverkseti, Árni Skaale, leggur út við at greiða frá, hvussu tey á Look North hava umsett hugskot til nýggja vøru.

Bjørg Eltør spælir nøkur løg á tvørfloytu.

Eftir ein góðan og gagnligan kafé støðg koma hesi at bera fram síni pecha kucha innsløg:

Edward Fuglø, Norðoya Listafelag á annan bógv

Sigbritt við Neyst, Brekkustova – frá barnahjarta til hjartabarn

Steintór Rasmussen, Søgur og sangir. 15 tær bestu.

Fía Heinesen, Ovurnýtsla av klæðum ein avbjóðing fyri umhvørvi

Jóhann Lützen – Norðlýsið lýsir á norðurøki

Jacqueline Gardar – Jacqson eitt stað við fleiri møguleikum

Aftaná framløgurnar verður høvið at koma við spurningum og netverka aftur við.

Vælkomin til eitt kvøld, har vit útilokandi seta nýggj hugskot og nýhugsan á skránna út frá ymiskum vinklum. Leikkafé bjóðar ábit og okkurt leskiligt. Dyrnar lata upp kl 1920.

Ókeypis atgongd!