Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávur sniðgevur ur

Jóhann Lutzen

Dávur Allan Nielsen er úr Føroyum, býr í Danmark og siglur sum yvirstýrimaður hjá Rem Offshore. Men yvirmaðurin, sum er ættaður av Niðara Sevmýri á Tvøroyri, sniðgevur eisini ur.

Dávur Allan Nielsen er úr Føroyum, býr í Danmark og siglur sum yvirstýrimaður hjá Rem Offshore. Men yvirmaðurin, sum er ættaður av Niðara Sevmýri á Tvøroyri, sniðgevur eisini ur. 

Dávur er júst komin út við síni næstu kollektión, og hann er spentur um, hvussu hesi urini fara at selja. 


Hugskotið fekk hann av tilvild, greiðir hann frá. – Eina náttina eg hevði vakt, sat eg og teknaði eitt kumpass, ið sum fráleið gjørdist til eitt ur. Brádliga fekk eg hugskotið, at gagnnýta hetta vinnuliga, sigur yvirstýrimaðurin. 

Sum sagt so varð gjørt Dávur kannaði marknaðin og fann út av, at møguleikarnir vóru óteljandi – tað snúði seg um at skilja seg út úr mongdini. 

Maritim heitir á kollektiónunum 

Dávur Allan Nielsen hevur starvast innan sjóvinnuna, síðani hann var 16-17 ára gamal. Hann var við trolara í Barentshavinum, nøkur ár við fiskiførum úr Ålesund í Noregi, og seinastu 12 árini hevur hann arbeitt í frálandavinnuni. Tí er tað eisini væl passandi, at kollektiónirnar hjá Dávuri hava maritim nøvn.

Hann kallar ur-kollektiónina fyri Vela (Vela er latínska orðið fyri segl/sigla). 

Dávur hevur eina heimasíðu har til ber at keypa ur. 

Niels L. Arge handilin í havn selur eisini ur, sum Dávur hevur sniðgivið