Í gjárkvøldið skipaðu Nes og Runavíkar kommunur fyri árliga afturvendandi tiltakinum við Toftavatn.
Hetta er eitt sera familjuvinarligt tiltak har børn og vaksin eina løtu steðga upp í samfelagsliga meldrinum og finna saman í eini hugnaløtu við Toftavatn.
Komunurnar báðar bjóðaðu eisini ókeypis búffar og sunkist til øll, sum brúktu høvi til ein gongutúr runt heimaravatn og sum lýddu á taluna hjá Inga Højgaard og sungu nakrar sangir aftur við harmonikuspælinum hjá Jóannes Hansen.
Tað var Elin á Torkildsheyggi, býráðslimur í Nes kommunu, ið beyð vælkomin til tiltaki og sum kunngjørdi hvat skuldi fara fram.
Eitt forvitnisligt átak var eisini, tá teir báðir rennararnir Julian Gregersen og Andrias Hansen fóru at renna kapp eftir gøtuni kring heimara vatn. Julian rennur vanliga fyri Treystið og Andrias fyri Bragdi.
Skipa var so fyri, at teir við startin hildu í hondina á hvør øðrum og síðani runnu teir hvønn sín veg runt vatnið. Spennandi var at fylgja við, tí til bar at síggja teir eftir gøtuni ymsa staðni kring vatnið.
Kappingin endaði við, at Julian Gregersen vann steyðið, hann vann renningina við eini 30 til 50 metrum.
Toftavatn og umhvørvið har er sonn náttúruperla. Kommunurnar hava gjørt sera góðar gøtur til og kring vatnið. Tað var so, at gingið var úr Runavík eftir gøtuni frá Skúlanum við Løkin og til heimara vatn, ímeðan av Nesi var gingið av Svangaskarði eftir gøtu til vatnið.
Vit sum komu úr Klaksvík kundu ikki annað enn hugsa um tað sindrið av gøtu sum okkara kommuna hevur gjørt. Her hevur verið meira tos enn arbeiði, tí tosað hevur verið um gøtu út á Borðoyanes, Runt Klakkin til háskúlatoftirnar og niðan á Háls og av Oyri eystur á Fjøllini. Men her er komið sera lítið av skafti. Tó kunnu vit fegnast um tað sum er gjørt í som máta út í grøv og niðan ein part av tunguni í Gravardali. Men vit kunnu ikki annað enn ásanna, at vit hava gjørt nógv ov lítið í so máta. Úrslitið er, at flestu sum ganga og renna dagliga fyri at venja sær likamið, fyri størsta partin eru víst til ferðsluæðrarnar út á Oyrar og norður á Strond, og tað er ikki optimalt, her áttu vit at skapt aðrar møguleikar til hesar frítíðaraktivitetir.




